Annað av teimum størru frystilínuskipunum er til fiskiskap og kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Skipið hevur mest av hýsu og toski.
- Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, eitt er í Eysturgrønlandi, og fýra fiska í føroyskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at frystilínuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
- Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður helst eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men verður betri seinni í vikuni.
Tiskil verður roknað við, at nakað verður av útróðri miðskeiðis í vikuni og síðst í vikuni sum kemur.
- Bátarnir við línu fáa mest av toski og hýsu, og bátarnir við snellu fáa mest av toski og so eitt sindur av upsa, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.