Eitt sindur minni enn helvtin av Børsen stendur eftir

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, vitjaði Børsen seinnapartin eftir eldin týsdagin.

 

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tað eru umleið 45 prosent eftir av Børsen í Keypmannahavn, eftir at eldur kom í týsdagin.

Tað kom fram í dag, tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, vitjaði økið í dag.

Hon sigur eisini, at hon gjørdist mest rørd, tá drekaspírið datt niður seinnapartin týsdagin.

Dansk Erhverv eigur Børsen-bygningin, og tey søgdu longu eftir eldin, at bygningurin skal endurbyggjast.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, kundi í dag ikki svara, sum staturin fer at hjálpa til við fíggingini av bygninginum.

 

##med2##

– Tað er alt ov tíðliga at svara tí. Tað týdningarmesta er, at vit eru samd um, at Børsen skal gerast aftur, sigur forsætisráðfrúan.

Sambært stjóranum í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, hava tey møtt vælvild frá eitt nú Forsætismálaráðnum, men tey umrøða ikki tað fíggjarliga nú.

/ritzau/

 

 

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Stjórin í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, við oddinum á sprínum á Børsen. – Hetta skal setast uppaftur, lovar stjórin Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix