Elbilar í Føroyum dýrka nógv sunnudagin

Men teir verða skjótt bíligari aftur lovar løgmaður

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Kringvarpið.

Lógin sum ger, at fólk fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið, tá tey keypa ein nýggjan elbil, gongur út á nýggjárinum, men hon verður longd, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum sjálvur hevur elbil.

Hann sigur við Kringvarpið, at nýggja samgongan ætlar at leingja tíðarskeiðið. Fráfarna samgonga hevði eitt uppskot í tinginum um at leingja tíðarskeiðið, men tað uppskotið fall burtur, tá løgtingsvalið varð skrivað út.

Skipanin fer úr gildi 31. desember í ár. Tí fellur tann møguleikin burtur sunnudagin, tá vit skriva 2023.

– Tað hevur skund at leingja tíðarskeiðið, og tí verður hetta málið eitt tað fyrsta lógaruppskotið, sum nýggja samgongan ætlar at leggja fyri løgtingið, sigur Aksel V. Johannesen, sum tó ikki vil siga, um talan verður um sama uppskot, sum undanfarna samgonga legði fyri tingið – og um til dømis plug-in hybridakfør eru við í nýggja uppskotinum.

Hetta uppskotið verður umrøtt á fyrsta fundinum hjá nýggja landsstýrinum, sum verður týsdagin.