Teitur Samuelsen, Kappróðrarkjak:
Í dag fyllir ein eldsál innan føroyskan kappróður 75 ár. Hóast mest kendur og virkin innan hondbólt á yngri árum, sum spælari, fyriskipari og dómari, hevur Vagnur haft sera stóran áhugað fyri kappróðri í mong harrans ár. Vagnur hevur verið róðursmaður á Sílinum sum tannáringur, skrivað um ítrótt og kappróður fyri ymiskar fjølmiðar í eitt mannaminni, og hevur verið sera virkin at hjálpa til í Havnar Róðrarfelag. Vagnur er soleiðis, at setur hann sær okkurt fyri, so er eingin ivi um, at hann meinar tað 100%.
Fyri Havnar Róðrarfelag hevur hann verið ein sannur fongur. Vagnur hevur stimað nógv við Havnarbátinum, seinast báturin var í velmaktini. Tá farið varð undir barnaróður, tók Vagnur stig til, saman við øðrum, at børnini fingu sín egna bát burturav, og síðan hevur hann staðið fyri at fáa mangan bátin til vega til Havnar Róðarfelag.
Tá farið verður undir at fyrireika bygging av einum nýggjum báti, er eitt tað fyrsta at skaffa pening til byggingina. Hetta orðnar Vagnur uppá ein fyrrapart, tí stuðlarnir vita, at sera gott skil er í, og áðrenn róðarárið byrjar, stendur ein nýggjur bátur í neystinum. Vagnur er bæði fíggjarmálaráðharri og verkætlarnarleiðari tá byggingin fer fram og hann sleppur ikki endanum fyrr enn báturin er flotaður og doyptur. Soleiðis er eisini í ár, nú nýggjur Havnarbátur er á veg.
Takk fyri títt íkast og hjartaliga tillukku við 75 ára degnum. — sammen med Vagnur Michelsen.