Granskingarrráðið heitir á fólk um at hugsa um, hvørjar siðvenjur tey hava, og høvdu á jólum. Tosa við onnur um hetta, skriva tankar og eygleiðingar niður og tak myndir.
- Hvørji eru tit, hvar eru tit, hvat gera tit undan og á jólum, hvat eta tit, nær, geva tit gávur, gera tit tað sama hvørji jól?
- Hvussu er kenslan, hvat er tað besta við jólunum, saknur tú nakað frá fyrr? Hvat kundi tú hugsað tær at gjørt komandi ár?
- Er annað um jól, sum tú hevur hug at fortelja og skjalfesta til eftirtíðina?
Send hesar hugleiðingar og myndir til Granskingarráðið við telduposti. Minst til at siga, um tú ynskir at verða dulnevnd/ur ella um granskarar kunnu venda sær til tín seinni um hesar upplýsingar. Eisini er neyðugt at siga, um tú gevur loyvi til at brúka myndirnar alment.
Jú fleiri eru við, jú betri, tí fjølbroyttari og meira vitan fæst.
Send títt íkast í seinasta lagi 15. januar 2025.
Tilfarið verður latið Landsbókasavninum at goyma til gransking.
Eitt sovorið átak verður kallað leikvísindi og er týðandi táttur í og stuðul til vísindaliga gransking.