Eli: EM-lutakastið er ítróttarliga áhugavert (FM1)

(FM1) Hjálparvenjarin staðfestir, at stjørnurnar mangla, men ítróttarligu avbjóðingarnar mangla ikki

Eli Hentze aftaná minniliga 2-1 sigurin á Turkalandi á Tórsvølli fyri stuttum

##med2##

 

Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at Føroyar komu í EM-undanbólk saman við Pólandi, Kekkia, Albania og Moldova.

 

Fólk geva ilt av sær á sosialu miðlunum, at talan er um eitt grátt og keðiligt lutakast hjá føroyska landsliðnum. Einasti stjørnuleikarin í bólkinum er legendariski pólski áleyparin, Robert Lewandowski. 

 

Hjálparvenjarin hjá landsliðnum, Eli Hentze staðfestir, at tað er ikki so nógvur stjørnuglansur yvir lutakastinum, men hann heldur avgjørt, at talan er um nakrar spennandi ítróttarligar avbjóðingar hjá føroyska landsliðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðu við Eli Hentze um EM-lutakastið, ið FM1 gjørdi fyrr í dag. 

 

Eli Hentze aftaná minniliga 2-1 sigurin á Turkalandi á Tórsvølli fyri stuttum

Samrøða: Eli Hentze um EM-lutakastið

Samrøða: Eli Hentze um EM-lutakastið