Myndir: Álvur Haraldsen

Ellisakfarið hesaferð: Chrysler Imperial Crown frá 1959

Oliver Andreasen á Argjum eigur ein flottan gamlan bil, sum hevur sín uppruna í fimtiárunum – ein ektaðan amerikanara

Myndir: Álvur Haraldsen

EITT ORDANS DOLLARGRIN, STÓRT SLAGSKIP ella ordiligur bensinslúkari eru nøkur av kelinøvnunum hjá megastóru amerikansku bilunum frá 50- og 60-unum. Oliver Andreasen á Arg jum eigur ein slíkan bil. Talan er um ein Chrysler Im- perial Crown frá 1959.

 

Bilurin er keyptur úr Svøríki í 2010. Oliver fann hann á netinum og setti seg í samband við eigaran í Uppsala í Svøríki. Bilurin varð síðan fluttur heim við Samskip.

 

Bilurin koyrdi 40 ár í USA og 10 ár í Svøríki, áðrenn hann stóð í túninum á Arg jum. Oliver hevur g jørt nógv við bilin, sum er í sera góðum standi. Hann er maskinmeistari og hevur t.d. sjálvur yvirhálað motorin og nógv annað á bilinum.

 

Chrysler Imperial Crown var stóri luksusbilurin hjá Chrysler, sum tá í tíðini kappaðist við Cadillac hjá General Motors og Lincoln Continental hjá Ford.

 

Bilurin er megastórur, næstan 6 metrar langur og yvir tveir metrar breiður. Motorurin er ein 7.0 litra V8 við 350 hk.

 

Lesið greinina um bilin í Sosialinum hersaferð.

 

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið.

 

Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Olivar Andreasen við Chrysler Imperial Crown – bilinum, sum hann keypti úr Svøríki fyri 15 árum síðani. Tá hevði hann koyrt í 40 ár í USA og 10 ár í Svøríki – og nú í 15 ár í Føroyum