Í gjár var milliarderurin Elon Musk á einum valfundi í amerikanska statinum Wisconsin, har hann handaði tveir kekkar upp á eina millión dollarar hvør, sum svarar til knappar sjey milliónir krónur.
Hann lovaði eisini smærri upphæddir til onnur, sum vildu hjálpa til við at fáa konservativa dómaran Brad Schimel valdan í hægstarætt í Wisconsin.
Undan valinum 1. apríl sær tað út til, at dómarin Susan Crawford, sum hevur ein meira framsøkin profil, stendur sterkast.
- Tað er faktiskt ein álvarsligur vandi fyri, at vit tapa valið. - Vit fara at draga eina kanin úr hattinum, segði Elon Musk á valfundinum í býnum Green Bay.
Valið fer at gera av, um tað verður ein meiriluti av konservativum dómarum í hægstarætti í Wisconsin. Tað er tað, sum Musk er avgjørdur um at fáa at henda.
Hann lovaði tí veljarunum á veljarafundinum 20 dollarar - 138 krónur - fyri hvønn nýggjan veljara, teir rekrutteraðu.
Hægstirættur er hægsti rættur í statinum og tekur støðu í málum sum fosturtøkurættindi, arbeiðsmarknaðarreglugerðum og ávísum broytingum í lógunum um at halda val.
Elon Musk er serliga upptikin av seinna. Sambært honum er vandi fyri, at Hægstirættur fer at broyta mørkini millum ymisk valdømi, og tað kann hava við sær, at republikanarar fáa færri sessir í Umboðsmannatinginum á næsta vali.
- Eg trúgvi, at tað fer at hava týdning fyri framtíðina hjá siðmenningini. So týdningarmikið er tað, segði Musk á veljarafundinum í Green Bay.
Løgmálaráðharrin í Wisconsin, demokraturin Josh Kaul, royndi at banna pengaútbýtinum. Men hægstirættur í statinum vísti rættarmáli hansara frá sær.
Fram til í síðstu viku høvdu bólkar, sum hava samband við Elon Musk, brúkt í minsta lagi 17,5 milliónir dollarar - svarandi til yvir 120 milliónir krónur - til stuðul fyri valevninum hjá Brad Schimel. Tað vísa tøl frá universitetinum í New York.
Ríkmaðurin og stovnarin av elbilafyritøkuni Tesla brúkti líknandi hættir undir amerikanska forsetavalinum í 2024, har hann stuðlaði Donald Trump.
Samanumtikið brúkti Elon Musk tað, sum svarar til meira enn 1,7 milliardir krónur, fyri at fáa Donald Trump valdan.
Síðani tá hevur Trump stovnað ein serligan stovn, við Musk á odda, sum hevur ábyrgdina av hópuppsagnum av starvsfólkum hjá statinum og øðrum niðurskurði.
/ritzau/