EM 24: Sveis hevur longt við Murat Yakin

Murat Yakin fær løn fyri góðu avrikini hjá Sveis undir EM-endaspælinum í Týsklandi

Mynd: Scanpix

Sveis avrikaði framúr væl undir EM-endaspælinum í Týsklandi, og tað var bert aftaná brotssparkskapping, at Sveis tapti fyri Onglandi í fjórðingsfinaluni.

 

Nú hevur sveisiska fótbóltssambandið valt at løna landsliðsvenjaranum, Murat Yakin fyri góðu avrikini.

 

Upprunaligi sáttmálan hjá Murat Yakin gongur út 1. august, men nú er hann longdur tvey ár.

 

Í sveisiska fótbóltssambandinum vóna tey, at Murat Yakin kann vinna Sveis til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko í 2026.

 

49 ára gamli, Murat Yakin hevur verið landsliðsvenjari hjá Sveis síðani 2021. 

 

Áður hevur Murat Yakin vant lið sum FC Sion, Grasshoppers og FC Schaffhausen.

 

Mynd: Scanpix