76 ára gamli Sven-Göran Eriksson, ið er ein legenda millum venjarar í Evropa var árini millum 2001 og 2005 landsliðsvenjari hjá Onglandi.
Sven-Göran Eriksson, ið hevur krabbamein hevur ikki langa tíð eftir á fold.
Sven-Göran Eriksson hevur skrivað eitt bræv, ið enska blaðið, Telegraph hevur prentað.
Sven-Göran Eriksson hevur í brævinum skrivað eina heilsu til núverandi enska landsliðsvenjaran, Gareth Southgate: - Góði Gareth vinn EM fyri meg og fyri Sir Bobby. Skrivar Sven-Göran Eriksson í brævinum til Gareth Southgate.
Fyri stuttum var stóra stjørnan, David Beckham og vitjaði Sven-Göran Eriksson í Svøríki, og tað var Sven-Göran Eriksson sera fegin um. David Beckham var millum berandi leikararnar, tá Sven-Göran Eriksson var landsliðsvenjari hjá Onglandi.
Sunnukvøldið klokkan 20 spælir Ongland EM-finalu móti Spania í Berlin.
Í hesum døgum eru júst 58 ár síðani Ongland vann HM-finaluna 4-2 á Vesturtýsklandi á Wembley leikvøllinum í London. Nú vóna onglendingar, at søgan loksins kann endurtaka seg.