Emerald, sum er teknaður av Skipsteknisk A/S í Ålesund, er flottur frystitrolari, sum fer at fiska tosk og rækjur og fer at framleiða mjøl og fiskaolju úr fráfalli. Myndir: Cosmos Trawl, Hirtshals

Emerald - ein flottur nýbygningur

Frystiorkan er 100 tons um samdøgnið, og frystilastin er heilar 2250 rúmmetrar. Haraftrat hevur skipið pláss fyri 500 tonsum av fiskamjøli, umframt tangar til fiskaolju á 80 rúmmetrar.

 

Emerald, sum er teknaður av Skipsteknisk A/S í Ålesund, er flottur frystitrolari, sum fer at fiska tosk og rækjur og fer at framleiða mjøl og fiskaolju úr fráfalli. Myndir: Cosmos Trawl, Hirtshals

Nýggi trolarin hjá P/F Havborg, Emerald, er á veg til Føroya, eftir at hava steðgað nakrar fáar dagar í Hirtshals, har skipið hevur tikið umborð trol hjá fyritøkuni, Cosmos Trawl.

Emerald er 87,40 metrar langur og 18 metrar breiður. Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi.

Sambært Skipsteknisk er skipið bygt til eina manning, sum í mesta lagi telur 40, og umborð er eisini sjúkrastova.

Frystiorkan er 100 tons um samdøgnið, og frystilastin er heilar 2250 rúmmetrar. Haraftrat hevur skipið pláss fyri 500 tonsum av fiskamjøli, umframt tangar til fiskaolju á 80 rúmmetrar.

Á verksmiðjuni er flakalinja, skiljilinja, og her er kóking til rækjur og fiskaoljuverksmiðja.

Kystmagasinet veit at siga, at Teknotherm AS hevur sett frystiútbúnaðin upp, og her eru sjálvvirkandi plátufrystarar og IQF-tunnilsfrysting (Individual Quick Freezing).

Frystivørur verða goymdar í 30 kuldastigum. 

Høvuðsmotorurin er á 7300 kW, og byggikostnaðurin fyri Emerald er umleið 400 miljónir danskar krónur.

 

##med2##

 

 

 

Emerald, sum er teknaður av Skipsteknisk A/S í Ålesund, er flottur frystitrolari, sum fer at fiska tosk og rækjur og fer at framleiða mjøl og fiskaolju úr fráfalli. Myndir: Cosmos Trawl, Hirtshals

Her liggur trolreiðskapur hjá Cosmos Trawl í Hirtshals, klárur at hiva umborð.