Equinor hevur aftur funnið kolvetni í Troll-økinum

- Mett verður, at brunnurin er rakstrarliga áhugaverdur, sigur økisstjórin hjá Equinor, Geir Sørtveit.

 

Oljufelagið Equinor hevur aftur funnið olju og gass í Troll-økinum í norska partinum av Norðsjónum, og felagið metir, at her eru olja og gass í rakstrarverdum nøgdum.

 

Hetta er sambært felagnum áttanda olju-og gassøkið, sum Equinor hevur funnið í økinum síðan 2019.

 

Nøgdin av olju og gassi er roknað til at vera millum 24 og 84 miljónir føt, harav størri parturin er olja. Brunnurin kallast Heisenberg, og hann er boraður av felagnum, Deepsea Stavanger.

 

Equinor er fyristøðufelag, og DNO er samstarvspartur.

 

- Mett verður, at brunnurin er rakstrarliga áhugaverdur, eitt nú tí, at til ber at brúka verandi undirstøðukervi, sum er knýtt til Troll B-pallin í økinum.

 

##med2##

 

Sambært økisstjóranum hjá Equinor, Geir Sørtveit, skal ein brunnur borast aftrat, áðrenn felagið endaliga kann siga, um kolvetni í nýggja brunninum kann takast upp.

 

- Hetta arbeiði verður helst gjørt í 2024, sigur felagið í tíðindaskrivi.

 

Geir Sørtveit sigur, at felagið leggur ætlanir um at leita víðari í Troll-økinum, og felagið hyggur eftir útbyggingarloysnum. 

 

- Vit hava eitt gott undirstøðukervi í økinum og kunnu skjótt útvinna føt í rakstrarverdum nøgdum - við lágum kostnaðarstigi og lágum Co2-útláti, sigur Geir Sørtveit.

 

 

 

 

 

Geir Sørtveit, økisstjóri hjá Equinor.