Erling Olsson er nýggjur leiðari

- Hann kemur at samskipa røkt, viðlíkahald, nýgerð av øllum verklagsarbeiði og vatnverkunum í kommununi

Erling Olsson er settur í starv sum leiðari fyri veitingareindina hjá Sunda kommunu. Hann er 60 ára gamal og varð útbúgvin bilsmiður í 1983.

 

Erling hevur starvast á Autoservice í mong ár, har uppgávurnar hava verið sera fjølbroyttar.

 

- Hann kemur at samskipa røkt, viðlíkahald, nýgerð av øllum verklagsarbeiði og vatnverkunum í kommununi. Eisini kemur Erling at taka aktivan lut í dagliga arbeiðnum hjá kommununi.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at Erling Olsson byrjaði í starvinum 1. september 2024, og í kommununi ynskja tey honum blíðan byr í nýggja starvinum.

 

- Vit takka eisini Andrasi Nybo fyri mongu árini sum leiðari fyri veitingareindini, og Andras Nybo heldur á fram í toyminum, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Andras Nybo heldur fram í toyminum hjá Sunda kommunu