ES hevur longu 10 prosent toll á kinesiskum elbilum. Men eftir eina kanning av kinesiskari statshjálp hava ES-londini avgjørt, at upp til 35,3 prosent í eyka tolli kann leggjast afturat battarídrivnum elbilum, sum verða innfluttir úr Kina.
ES-londini fylgja sostatt tilmælinum frá ES-nevndini, sigur ein ES-diplomatur við innliti í avgerðina.
Í vár gjørdi ES-nevndin eina kanning av statsstuðlinum til kinesiskar bilframleiðarar. Niðurstøðan í kanningini var, at Kina gav órímiliga statsligan stuðul til sínar egnu bilframleiðarar.
/Ritzau/