Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.
Revsitiltøkini miða móti havnum og skipum, sum hava verið brúkt til at flyta álopsdronur, rakettir og komponentar, sum eru framleiddir í Iran.
Iran hevur latið Russlandi vápn undir krígnum í Ukraina. Til dømis hevur russiski herurin fleiri ferðir brúkt Shahed-dronurnar, sum eru framleiddar í Iran, til at raka mál í grannalandinum.
Leingingin av revsitiltøkunum kemst av upplýsingum um, at Iran hevur flutt ballistiskar rakettir til Russlands.
/Ritzau/