Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur seg ivast í, um Vladimir Putin er sinnaður at hitta ukrainska forsetan persónliga hósdagin í hesi vikuni.
Tað var í gjár, at Volodymyr Zelenskyj segði, at hann fer at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, hósdagin.
- Vit fáa at síggja, um russiski forsetin veruliga kemur. Tað er eitt sindur óvist, heldur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.
Hetta sigur hann við norska kringvarpið - NRK - í morgun.
Uttanríkisráðharrin leggur aftrat, at í dag er mánadagur, og tað er rættiliga ógreitt, hvat kann henda hósdagin.
Espen Barth Eide sigur, at Ukraina framvegis hevur fullan stuðul úr Noregi.
– Vit eru tætt knýtt at fyrireikingunum til tað, sum kann gerast samrøður, leggur norski uttanríkisráðharrin aftrat.