Føroyar fara ikki av reyða lista í Noreg

Noreg fer væntandi at seta sóttarhaldskrøv fyri øll, sum koma úr Danmark – og kravið til føroyingar stendur við

 

Broytingar í norsku ferðavegleiðingunum fáa ikki danskar myndugleikar at mæla fólki frá at ferðast til Noregs. 

Leygardagin verður roknað við, at Noreg fer at seta krav um sóttarhald til fólk sum koma úr Region Sjælland og Region Nordjylland. 

Tað skrivar Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í dag.

Harvið verður krav um 10 daga sóttarhald fyri ferðanid úr øllum Danmark til Noregs. Tað sama verður galdandi fyri ferðandi úr Føroyum. Men ikki fyri ferðandi úr Grønlandi.

Broytingarnar fáa tó ikki danskar myndugleikar at mæla fólki frá at ferðast til Noregs. Sambært Uttanríkisráðnum er tað enn gjørligt at halda feriu í Noreg, um tú ert á einum »hóskandi sóttarhaldsstað«.

Boðini frá danska uttanríkisráðnum koma, áðrenn almenn boð eru komin úr Noreg um ferðavegleiðingar til og úr Danmark.

Fyrr í vikuni kom eitt tilmæli frá norska heilsustýrinum, Folkehelseinstituttet (FHI), um, at hinar báðar regiónirnar í Danmark eisini eiga at verða fevndar av sóttarhaldskravinum.

Hesar regiónir í Danmark ahva staðfest fleiri enn 40 smittað fyri hvøjar 100.000 íbúgvar í eina vikuk, skrivaði FHI í tíðindaskrivi týsdagin.

Tað er tó norska stjórnin, sum hevur síðsta orðið at siga, um hon vil fylgja tilmælinum.

Norska stjórnin hevur higartil fylgt tilmælunum fyri innferðir, sum norska heilsstýrið er komið við.

Sambært danska uttanríkisráðnum verður roknað við, at sóttarhaldskravi fyri danir kemur í gildi á midnátt í annaðkvøld.

/ritzau/