Føroyar sluppu ikki av norska listanum yvir vandamikil lond

Fyribils hevur áheitanin frá Kaj Leo Holm Johannesen, ikki hjálpt

 

Føroyar eru enn á reyða listanum hjá Noregi yvir lond, sum eru so hart rakt av koronu, at tiltøk eru sett í verk. Tað er greitt, hóast norska uttanríkisráðið dagførdi listan ígjár.

Annars boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, frá í gjár, at hann hevði heitt á norsku stjórnina um at taka Føroyar av tí reyða listanum.

https://www.in.fo/news-detail/news/vil-hava-foeroyar-av-reyda-lista-hja-noreg/Les eisini: Vil hava Føroyar av reyða listanum hjá Noregi

Men Føroyar eru framvegis á honum eftir at hann varð dagførdur í gjár.

Føroyar komu á tann reyða listan í Noregi í tíðliga í august eftir at fleiri tilburðir av koronu vórðu staðfestir.

Tað merkir, at føroyingar, sum fara til Noregs, skulu í sóttarhald í tíggju dagar, og samstundis mælti uttanríkisráðið í Noregi, norðmonnum frá at fara til Føroyar uttan í heilt serlugum ørindum.

Síðani er talið minkað aftur munandi, men enn eru Føroyar ikki tiknar av listanum aftur. og tað er ein rættiliga tvørlig støða, tá ið hugsað verður um, hvussu nógvir føroyingar arbeiða í Noregi, ella eru við norskum skipum.

Ein stórur partur av teimum, sum havav verið smittað í Føroyum, eru útlendsk sjófólk, sum ikki hava verið í landi í Føroyum. Tað hevur elvt til misnøgd, at tey skulu telja við í føroysku hagtølunum, tí tað er nevniliga ein stór orsøk til, at vit ikki langt síðani eru tikin av aftur tí reyða listunum aftur.

Men nú hevur landslæknin, í samráð við donsku heilsumyndugleikarnar, gjørt av at broyta hesa skrásetingarmannagongd. Tað merkir, at útlendsk sjófólk, sum ikki hava verið í landi í Føroyum, skulu ikki longurtelja við í føroysku hagtølunum.

Í løtunu er smittan staðfest hjá 34 fólkum í Føroyum, men 29 av teimum eru útlendsk sjófólk. Tey verður øll staðfest frísk aftur mánadagin.

Og harafturat er ein teimum smittaðu eitt útlendskt ferðafólk, sum kom á flogvøllin.