Fara at síggja nógv til løgregluna á ólavsøku

Verður løgreglan varug við, at tilmælini um koronu ikki verða hildin, fer hon at gera vart við seg

Løgreglan ætlar sær at vera rættiliga sjónlig á ólavsøku. Á ólavsøku fær løgreglan í Havn altíð eyka manning til Havnar og árið í ár er einki undantak og tey ætla sær eisini at vera sjónlig í býarmyndini.

Ólavsøkan í ár verður heilt serlig, tí fyri at forða fyri at korona skal breiða seg, eru nóg tiltøk rættiliga avmarkað. Samstundis verður heitt á fólk um ikki at trunka seg saman í mibýnum, ella á skeinkistovum og matstovum.

Og á ólavsøku í ár fer løgreglan at átaka sær eina uppgávu afturat, sum tey ikki hava havt áður, og tað er at minna fólk á at halda tilmælini um frástøðu og um ikki at vera meiri enn 100 fólk saman.

Tað er væntandi, at fólk verða at síggja í miðbýnum, og varnast vit, at tilmælini ikki vera hildin, fara vit at minna tey á, hvussu stóran týdning tað hevur, at tilmælini verða hildin, sigur løgreglan.

Hinvegin ásannar løgreglan, at tey fáa ikki gjørt annað enn at minna fólk á tilmælini, tí løgreglan hevur ongar heimildir til at seta fólki krøv um at halda tey.

– Tað stendur til fólk sjálvi um tey vilja halda tilmælini ella ikki, men nú eru tey endurtikin so ofta, at eingin kann siga, at tey ikki kenna til tey, leggur løgreglan afturat.