Fara kanska aftur at ferðast við sproytum

Ringir nakar eftir okkum, eru vit sinna at fara, sigur Tummas í Garði, limur í koppsetingarnevndini

Hesa seinastu tíðina er gassið farið eitt sindur av koppsetingini, tí talið á teimum, sum lata seg koppseta er minkað munandi. Hesar tvær vikurnar síðani á ólavsøku, eru eini 4.500 fólk koppsett, tað eru eini 320 fólk í miðal um dagin.

 

Tummas í Garði, limur í koppsetingarbólkinum, heldur ikki, at tað gongur verri enn ilt, hóast ferðin er tikin av. Hann sigur, at tað er gongd í koppsetingini og fólk verða koppsett hvønn einasta dag, men bólkurin, sum er eftir at koppseta, minkar í hvørjum og tískil er tað ikki ónatúrligt, at ferðin minkar eitt eitt sindur. Men vit halda ikki, at ferðin er minkað so nógv, at tað er ein hóttan ímóti koppsetingarætlanini.

 

Hann vísir eisini á fyrr í hesi vikuni vóru tey í Vágum og koppsettu fólk. Tað var eftir áheitan frá kommununum har vesturi og har vóru eini 200 fólk, sum lótu seg koppseta. Tummas í Garði at tað vóru tey nøgd við, tí har vóru eisini fólk til koppsetingar, sum ikki høvdu fingið upp í lag at fara til Havnar.

 

So fáa vit eina áheitan frá eini kommunu um at koma á staðið at koppseta, eru vit sinnað til tað, sigur Tummas í Garði. Men tað skal vera eitt hampiliga stórt pláss, tí tað ber ikki til at fara á smáplássini eisini, leggur hann afturat.