Fara kanska at krevja størri vinning av at byggja íbúðir

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum reisir spurningin um vinningurin hjá Bústøðum er ov lítil

Bústaðir skulu kanska hava størri vinning av teimum íbúðum tey byggja.

 

Tað heldur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Bústøðum fríari ræsur at byggja íbúðir.

 

Sum støðan er nú, er tað eitt krav, at tá ið Bústaðir byggja íbúður, skal tað vera í samstarvi við privar byggifyritøkur.

 

Hetta var ein skipan, undanfarna samgonga sett í gildið við tí endamáli at fáa pengarnar hjá Bústøðum at røkka til fleiri íbúðir enn annars.

 

Hinvegin varð tað eisini ført fram, at privatar fyritøkur skulu hava vinning og tí verður tað dýrari at leiga frá Bústøðum.

 

Í eini viðmerking til uppskotið, vísir Fíggjarmálaráðið á, at Bústaðir krevja rættiliga lítlan vinning av íbúðunum tey byggja.

 

Tað merkir, at Bústaðir hava ikki nokk av vinningi til at fara undir at byggja enn fleiri íbúðir, heldur Fíggjarmálaráðið.

 

Tey leggja afturat, at tað merkir, at einasti máti hjá Bústøðum at fíggja íbúðarbygging, er alsamt at taka størri og størri lán

 

Tískil mælir Fíggjarmálaráðið til at politiski myndugleikin tekur støðu til um vinningurin hjá Bústøðum er nøktandi, og um Bústaðir eru fíggjarliga haldførar.

 

Eru Bústaðir ikki fíggjarliga haldførar, verður alsamt neyðugt at økja um lániskuldina hesi næstu árini.