Tveir teir seinastu dystirnir í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vóru leiktir í kvøld.
Í Hoyvíkshøllin tryggjaði H71 sær bólkasigurin í bólki 1 við at vinna greiðan 37-27 sigur á Stjørnuni. Í steðginum var H71 á odda 22-14.
Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við heili 13 málum. Durita Ljósstein Johansen skoraði sjey mál fyri Stjørnuna.
VÍF tryggjaði sær annað plássið og harvið pláss í hálvfinalunum við einum 37-29 sigri á EB í høllini í Vestmanna.
Í fyrra hálvleiki vóru eiðiskvinnur væl við, og í steðginum var VÍF bert á odda við einum máli, 18-17.
Tá 43 minuttir vóru farnir av dystinum var VÍF bert á odda 24-23. Tá kom VÍF upp á eina 27-23 leiðslu, og eftir tað hevði heimaliðið tamarhald á dystinum.
Fríða Nolsøe Olsen var toppskjútti hjá VÍF við heili 12 málum. Talita Alves skoraði 10 mál fyri EB.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VÍF-EB 37-29 (18-17):
##med2##
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum H71-Stjørnan 37-27 (22-14):
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 3 | 105 | 81 | 24 | 6 |
VÍF | 3 | 106 | 89 | 17 | 4 |
STJØRNAN | 3 | 88 | 104 | -16 | 2 |
EB | 3 | 81 | 106 | -25 | 0 |