FC Suðuroy hevur fingið nýggjan miðverja

FC Suðuroy hevur skrivað undir sáttmála við amerikanskan miðverja, sum síðsta kappingarár spældi við B71

FC Suðuroy veit í kvøld at siga, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan miðverja.

 

Talan er um 22 ára gamla Hunter Bell, sum er ættaður úr USA, og sum kom til Føroya undan síðsta kappingarári.

 

Hunter Bell var síðsta kappingarár miðverji hjá B71. Hann var við í 26 av teimum 27 landskappingardystunum hjá besta B71 liðnum, sum endaði á fjórða plássi í 1. deild.

 

B71 var við í uppflytingarstríðnum, men tað eydnaðist ikki at flyta upp.

 

FC Suðuroy var annar av uppflytarunum úr 1. deild, og Hunter Bell verður ein av teimum, sum fer at vera við til at manna besta FC Suðuroy liðið í 2025.