Ferðafólk við Norrønu rendu seg føst í kavanum

Íslendingar staðfesta, at tunlar eru ein betri loysn enn fjallavegir

Soleiðis sær út á Seyðisfirði í hesum døgum. Mynd: Austurfrettir

Tá ið Norrønua koma á Seyðisfarðarar í morgun, rendu fleiri av ferðafólkunum seg í trupulleikar í tí nógva kavanum.

 

Á Seyðisfirði er ringt veður við nógvum kava og har eru skalvar eisini lopnir. Samstundis hava fleiri fólk verið noydd at taka til rýmingar heimaífrá. Tilsamans eru eini 70 fólk farin heimanífrá.

 

Vísir skriva, at fleiri bilar, og bussar, sum komu í land av Norrønu, rendu seg fastar í kavanum á veg niðan av Seyðisfjarðum og á Fjarðarheiði, sum er vegastrekkið ímillum Seyðisfjarðar og Egilstaðir.

 

Farið var at grava, men hetta vísir, at tunlar eru ein betri loysn enn fjallavegirnar, sigur ein av bjargingarmonnunum við Vísir.

 

Seinast, Norrøna var á Seyðisfirði, tað var fyri eini viku síðani, var sama skilið, tí har hevur verið nógvur kavi seinastu tíðina.

 

Soleiðis sær út á Seyðisfirði í hesum døgum. Mynd: Austurfrettir