Fimm bretar ákærdir fyri at hjálpa Russlandi

Fimm menn í Onglandi eru ákærdir fyri at fremja gerðir sum er til Russlands fyrimun.

 

Tað sigur bretska løgreglan sambært tíðindastovuni Reuters.

Ein av teimum fimm er ein 20 ára gamal bretskur ríkisborgari, sum verður hildin at hava verið við til eldáseting á einum goymslubygningi í mars sum ukrainar eiga.

Rætturin í Bretlandi metti, at gerðir hansara »sannlíkt fara at gagna Russlandi«.

Ein 22 ára gamal bretskur ríkisborgari verður skuldsettur fyri at taka ímóti ágóðum frá útlendskari fregnartænastu eins og eldáseting.

Ein 21 ára gamal og ein 60 ára gamal eru harumframt ákærdir fyri eldáseting, meðan ein 22 ára gamal er ákærdur fyri at afturhalda fyri løgregluni kunning um yvirgang.

/ritzau/