Fimm handtikin fyri at ætlan at myrða forsetan í Brasil

Brasilska løgreglan hevur handtikið fimm fólk fyri at hava verið við í kollveltingarroyndini og ætlan at drepa forsetan í landinum, Luiz Inacio Lula da Silva í 2022.

Luiz Inacio Lula da Silva vann forsetavalið í Brasil í 2022. Áðrenn hann tók við í januar 2023, vóru ætlanir lagdar um kollvelting og at drepa hann, upplýsir løgreglan. (Arkivmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Reuters.

Sambært løgregluni vóru eisini ætlanir um at taka lívið av varaforsetanum Geraldo Alckmin.

- Ein nágreinilig ætlan við navninum "Grøni og guli dolkurin" er eyðmerkt. Ætlanin skuldi fremjast 15. desember 2022, upplýsir brasilska løgreglan.

Lula da Silva skuldi taka við starvinum eftir høgravenda politikaran Jair Bolsonaro í januar 2023.

Fleiri av teimum handtiknu eru hermenn við serligari útbúgving.

Sambært Reuters er Bolsonaro kannaður fyri at hava verið við í ætlaðu kollveltingarroyndini.

/Ritzau/