Fimm trolbátar á Skeivabanka

Hóast tað er háveturstíð, er veðrið hampiligt, og í løtuni eru fimm trolbátar á Skeivabanka og fiska havtasku.

Fimm partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Flestu pørini fiska upsa, og tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir hava smáligan fiskiskap.

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva. Teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.

 

Í dag eru fimm trolbátar á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku og koma allir inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men hava smáligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku og hava misjavnan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.