Finn Ludvig føroyameistari í OL Trap 2023

FM í OL Trap varð avgreitt á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn um vikuskiftið

FM í OL Trap varð avgreitt á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn um vikuskiftið, skrivar Skot.fo. Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru skotnar, fóru 6 teir fremstu íðkararnar í eina FM finalu har 50 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla, frammanfyri Per S. Hansen úr Eysturskot. Per og Finn vóru javnir tað mesta av finaluni, men tá tær seinastu 15 dúgvurnar blivu skotnar, rakti Finn 3 dúgvur fleiri enn Per.

 

Bronsuna vann Jón Jacobsen úr Veiðifelagnum Byrsumúla.

 

Unglinga kappingina vann Bartal Klettheyggj úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Bartal vann eisini unglinga kappingina í FM Ameican Trap farna vikuskifti, og kann hann tískil kalla seg tvífaldur føroyameistari í leirdúgvuskjóting 2023.

 

Harry Mikkelsen úr Eysturskot vann silvuri, og Bogi Hendrikson Olsen vann bronsuna í unglingakappingini. Seinasta FM kappingin sum Skjótisambandið skipar fyri í ár, er FM í skeet, sum verður komandi vikuskifti 26-27. august á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

 

Úrslit:

 

1. Finn Ludvig, VBM

 

2. Per S. Hansen, EYS

 

3. Jón Jacobsen, VBM

 

4. Alex Johannesen, EYS

 

5. Johnhard Klettheyggj, VBM

 

6. Kristian Johannessen, EYS

 

7. Bartal Klettheyggj, VBM

 

8. Jeppe Sommer Bruun, VBM

 

9. Eirikur Elisson, EYS

 

10. Bárður Poulsen, VBM

 

11. Høgni Guldbro Jósleivsson, EYS

 

12. Esmar Joensen, VBM

 

13. Harry Mikkelsen, EYS

 

14. Bogi Hendrikson Olsen, EYS

 

Unglingar:

 

1. Bartal Klettheyggj, VBM

 

2. Harry Mikkelsen, EYS

 

3. Bogi Hendrikson Olsen, EYS

 

##med2##