Hamas-leiðari, Khalil al-Hayya, sigur í kvøld, at tey vilja leyslata ísraelska amerikanaran, Edan Alexander, ið verður hildin sum gísli í Gazageiranum.
Tað vita tíðindastovurnar, Reuters, AFP og BBC, at siga í kvøld. Sambært keldum hjá Reuters, skal Alexander leyslatast týsdagin.
Hamas sigur, at leyslatingin er ein partur av tilgongdini at fáa í lag eina vápnahvíld og fáa humanitera hjálp inn í Gazageiran.
Eitt umboð fyri Hvítu Húsini í USA kallar tíðindini um ætlaðu leyslatingina eitt "positivt framstig".
Umboðið heitir samstundis á Hamas um at lata frá sær líkini av fýra øðrum amerikanskum gíslum, sum eru deyðir, meðan teir vóru í fangilsi hjá Hamas.
Edan Alexander varð tikin sum gísli hin 7. oktober í 2023, tá Hamas leyp á Ísrael. Times of Israel heldur, at hann er hin seinasti amerikanski gíslin, sum enn er á lívi í Gazageiranum.
Fyrr í dag søgdu palestinskar keldur við AFP og Reuters, at USA og Hamas hava tosað saman í Qatar um eina møguliga vápnahvíld - og um at fáa neyðhjálp inn í Gazageiran.
Samstundis hava ísraelsku álopini á Gazageiran hildið fram, og palestinskir myndugleikar siga, at 13 fólk eru dripin í ísraelskum álopum síðstu nátt, meginparturin kvinnur og børn.
Á myndini omanfyri er tað omma Edan Alexander, sum vísir eina mynd av unga manninum, ið hevur sitið sum gísli hjá Hamas í Gazageiranum síðan hin 7. oktober í 2023.