Finnland hevur ikki svikið Svøríki

Finski forsetin, Sauli Niinistö, heldur ikki, at møguleikarnir hjá Svøríki at gerast limir í verjusamgonguni Nato eru verri fyri tað, um Finnland verður hitta fyrra landið, sum fær limaskap.

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og finski forsetin, Sauli Niinistö.

Forseti Finnlands, Sauli Niinistö, verjir støðuna, har Finnland nú fær sína góðkenning sum komandi limaland í verjusamgonguni Nato, meðan Svøríki noyðist at bíða.

 

Hetta gjørdist greitt, tá finski forsetin vitjaði í Turkalandi í vikuni. 

 

Sauli Niinistö sigur, at tað vildið verið undarligt, um Finnland nú bað Turkaland bíða við at góðkenna finskan limaskap, sjálvt um Svøríki framvegis er í einari bíðistøðu.

 

Í einari samrøðu við Sveriges Television vísir finski forsetin aftur, at Finnland hevur svikiið sínar norðurlendsku grannar, nú londini, Finnland og Svøríki, eftir øllum at døma ikki fara saman upp í Nato-felagsskapin.

 

- Heldu tú, at vit skuldu heitt á Turkaland um ikki at góðkent okkara umsókn? Tað hevði ljóðað undarligt, heldur finski forsetin, tá hann varð spurdur um hetta.

 

Sauli Niinistö heldur ikki, at møguleikarnir hjá Svøríki at gerast limir í verjusamgonguni eru verri fyri tað, um Finnland verður hitta fyrra landið, sum fær limaskap.

 

Í morgin fer uttanríkisráðharrin í Finnlandi, Pekka Haavisto, at hitta Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, á høvuðsstøðini hjá Nato í Brüssel, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

 

 

 

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og finski forsetin, Sauli Niinistö.