Dreingirnir úr Klaksvík, sum í barnaróðrinum rógva við Fípuni Føgru, eru brandar. Í dag er Fjarðastevna á Skála, og í barnaróðrinum hjá dreingjum var tað enn einaferð Fípan Fagra, sum vann, og enn einaferð vunnu Fípudreingirnir stórsigur. Hetta er fimti róðurin í summar, og hetta var fimta ferðin, at Fípan Fagra vann.
Á málinum vóru teir nett seks sekund undan næsta bátinum. Í dag tað Ørnin úr Sandavági, sum endaði næstfremst. Ørnin var minni enn eitt sekund undan Bliki av Argjum. Í FM kappingini er tað annars Blikur av Argjum, sum er frammanfyri Ørnina.
Bæði í dag og í FM kappingini er Falkur úr Hósvík á fjórða plássi. Tað var lítil og eingin munur frá Falki og aftur til Súluna úr Sørvági.
Líkindini at rógva kapp innarlaga á Skálafjørðinum eru ógvuliga góð í dag.
##med2##
'