Fjøruvegurin er lumpin

Síðan nýggi Fjøruvegurin í runavíkarøkinum læt upp, hevur hann kostað fleiri bilførarum bøtur, klipp og mist koyrikort

 

Tað er bara loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman eftir nýggja Fjøruvegnum í runavíkarøkinum, og hetta er eftir øllum at døma ikki tað, sum bilførarar vænta, tá koyrt verður eftir hesum vegastrekki.

 

Løgreglan hevur í nøkrum umførum gjørt ferðkanningar á hesum nýggja vegastrekki, og her eru eitt nú bøtur skrivaðar, førarar hava fingið klipp í koyrikortið, og ungir førarar hava fingið koyriforboð.

 

Soleiðis var eisini í kanningum hjá løgregluni á hesum vegastrekki í nátt.

 

- Her vóru nevniliga trý mál skrivað. Ein bilførari fekk klipp, ein fekk koyriforboð, og ein triði fekk treytaleysa frádøming, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. 

 

Sambært løgregluni, varð klippið givið fyri at koyra 81 kilometrar um tíman, koyriforboðið fyri at koyra 99, og treytaleysa frádømingin varð givin fyri at koyra 110 kilometrar um tíman.

 

- Tað eru harðari treytir, tá tú ert nýggjur bilførari, og tað var í einum slíkum føri, at bilførarin, sum koyrdi 99 kilometrar um tíman, fekk koyriforboð, visti løgreglan at siga í morgun.