Flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøka skipa í vikuskiftinum fyri árliga FK-cup har lið úr øllum Føroyum koma at kappast. FK-cup er eitt av stóru afturvendandi tiltøkunum í Tórshavn, og hevur kappingin í 34 ár verið byrjunarbríklsið til flogbóltskappingarárið.
FK-cup er eitt stórt tiltak, og er kappingin tískil deild í tvey, eitt vikuskiftið fyri tey vaksnu og eitt fyri tey ungu og børnini. Leygardagin 30. septembur eru tað tey vaksnu, sum skulu í eldin. Høllin á Hálsi verður karmur um kappingina, tá yvir 120 spælarar hittast til ársins fyrstu flogbóltskapping.
- Flogbóltsfelagið Fleyr og Føroya Keypsamtøka bjóða øllum vælkomnum til FK-cup, og vit gleða okkum til ein góðan dag við góðum flogbólti, skrivar Flogbóltssambandið.