Fleiri avlýsingar eru í morgun

Eingin sigling er um Skopunarfjørð, og eingin sigling er um Nólsoyarfjørð. Aðrar avlýsingar eru eisini væntandi.

Við tað, at sms-skipanin ikki virkaði, stóð bussurin hjá Bygdaleiðum við ferðafólki í Skopun til fyrsta túr.

Ternan hevur ikki verið í sigling um Skopunarfjørð í morgun, og eingin sigling hevur verið um Nólsoyarfjørð. Heldur eingin sigling er út í Hest.

 

Onkur farleið hjá Bygdaleiðum koyrir heldur ikki í morgun.

 

Um farleiðina um Skopunarfjørð - leið 60 - verður sagt, at vegna veður er fyribils eingin sigling.

 

Á farleiðini 90, sum er Nólsoyarfjørður, verður sagt, at her verða tveir teir fyrstu túrarnir í morgun ikki sigldir.

 

Roknast kann eisini við broytingum ella avlýsingum á leið 7 og 8, sum er siglingin um Suðuroyarfjørð.

 

- Sambært veðurforsøgnini verður boðað frá nógvum vindi um middagsleitið til seinnapartin. Tí kann roknast við broytingum ella avlýsingum.

 

Um heimasíðuna - www.ssl.fo - síggjast allar tær broytingar, sum eru lýstar í morgun, bæði sjóvegis og landvegis, og her verða eisini gjørdar leypandi dagføringar.

 

- Í løtuni eru trupulleikar við sms-skipanini, men arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt, siga tey hjá SSL í morgun.

 

 

 

 

 

 

 

Við tað, at sms-skipanin ikki virkaði, stóð bussurin hjá Bygdaleiðum við ferðafólki í Skopun til fyrsta túr.