Ógvusligur hiti í USA

Sambært ABC News seta fleiri býir og statir í USA hitamet í hesum døgum.

Tað er nógvur hiti í USA um dagarnar, og tað er serliga í vestara parti av landinum, at hitin er ógvusligur.

 

Í Death Valley hevur hitin verið fleiri enn 50 stig, tá tað hevur verið heitast.

 

134 milliónir amerikanarar eru raktir av ógvusligu hitabylgjuni, har eitt nú Palm Springs í Kalifornia hevur sett hitamet við heili 51,5 stigum.

 

Eisini í Arisona verður ávarað um hita, sum í ringasta føri kann elva til deyðsfall. 

 

Sambært ABC News seta fleiri býir og statir í USA hitamet, eitt nú Phoenix í Arisona, Sakramento í Kalifornia og Portland í Oregon.

 

Tíðindastovan AP News veit eisini at siga, at býurin, Palm Springs í Kalifornia, hevði heili 51,1 hitastig figgjadagin.

 

Las Vegas hevur eisini sett nýtt hitamet á 49 stig, og í Death Valley í Kalifornia er hitin komin upp í 52.8 stig.