Fleiri suðuroyingar og norðoyingar skulu sleppa frá at fara til Havnar

Løgtingskvinna vil hava Landssjúkrahúsið at broyta mannagongd

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum

Í nógvum førum eigur tað ikki at vera neyðugt hjá suðuroyingum at brúka heilar dagar í Havn til ymisk ørindi á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað heldur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

 

Tí hevur hon nú spurt Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu tað gongur við arbeiðinum at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin, so tað ber til at hava talgildar viðtalur og samrøður.

 

Hon vil eisini hava at vita nær tað er væntandi, at sjúklingar fara at merkja ágóðan av hesum.

 

Serliga undir koronu varð tað gerandiskostir, at halda fundir á internetinum.  Og Súsanna Bertholdsen heldur, at við tí samskiftistøkni, sum er í dag, eigur tað ikki at vera neyðugt hjá suðuroyingum at brúka heilar dagar í Havn til skriva eina journal í sambandi við eina skurðviðgerð - ella til eina samrøðu um úrslitið av eini blóðroynd.

 

– Tað er bæði tíðarkrevjandi og strævið fyri sjúklingin og hevur óneyðugar eykaútreiðslur við sær fyri bæði sjúklingin og samfelagið, sigur hon.

 

Tí heldur hon, at tað eigur at bera til hjá suðuroyingum at fara til talgildar viðtalur og samrøður á internetinum á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Og somuleiðis eiga norðoyingar at hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so at eisini tey sleppa undan at fara til Havnar.

 

Myndin er frá Landssjúkrahúsinum