Samrøða við debutantin: Bárður á Reynatrøð
Samrøða við debutantin: Bárður á Reynatrøð
Bárður á Reynatrøð fekk í kvøld debut á A-landsliðnum, og gjørdist 12. málverjin sum verjir føroyska málið síðani vit fingu altjóða viðurkenning í 1988.
Bárður er fegin um debutina og hevur eina góða kenslu, men harmast, at Norðurmakedonia fekk skorað til 1-0 tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Hann heldur tó, at tá nakrir dagar eru farnir kunnu føroysku leikararnir vera nøgdir við avrikið.