FM1: Góðu úrslitini móti Moldova í 2021 hjálpa ikki nú

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson undan EM-undankappingardystinum móti Moldova í kvøld

##med2##

 

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini. 

 

Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin byrjar klokkan 18.45.

 

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson heldur avgjørt ikki, at vit kunnu brúka góðu úrslitini í HM-undankappingini í 2021 móti Moldova, tá vit vunnu 2-1 heima og spældu javnleik 1-1 úti móti Moldova til nakað. 

 

Håkan væntar ein javnan dyst millum tvey jøvn lið. Hann heldur ikki, at fólk kunnu krevja, at Føroyar vinna á Moldova á útivølli, men møguleikarnir eru avgjørt til staðar, staðfestir Håkan. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Håkan Ericson í Chisinau ígjár. 

 

##med3##

 

Samrøða: Håkan Ericson

Samrøða: Håkan Ericson