FM1: Klæmint gongur ikki á vøllinum og hugsar um metið

(FM1) Hoyr hvat Klæmint Andrasson Olsen hevði at siga eitt samdøgur undan venjingardystinum móti Norðurmakedonia

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

##med2##

 

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.

 

Í samrøðu við Petur Asbjørn eitt samdøgur undan dystinum sigur Klæmint Andrasson Olsen, ið deilir landsliðsmetið saman við Rógva Jacobsen við 10 málum, at tað er ikki soleiðis, at hann gongur runt á vøllinum og hugsar um at skora mál nummar 11, og harvið eiga metið einsamallur. Klæmint sigur seg bara vera takksaman fyri hvønn landsdyst hann sleppur at spæla.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Klæmint Andrasson Olsen. 

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

Samrøða við Klæmint Andrasson Olsen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Samrøða við Klæmint Andrasson Olsen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia