FM1: Vánaliga dystarvenjingin hjálpti avgjørt ikki

(FM1) Hoyr hvat Jákup Biskopstø Andreasen hevði at siga eitt samdøgur undan venjingardystinum móti Norðurmakedonia

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

##med2##

 

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.

 

Í samrøðu við Petur Asbjørn eitt samdøgur undan dystinum sigur Jákup Biskopstø Andreasen, at tað hjálpti avgjørt ikki upp á avrikið, at fleiri av leikarunum bara høvdu ein kappingardyst í beinunum. Vánaliga veðrið í mars hevur elvt til, at heili tvey umfør í Betrideildina hava verið avlýst. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Jákup Biskopstø Andreasen. 

 

##med3##

 

 

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig, FM1

Samrøða við Jákup Biskopstø Andreasen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia

Samrøða við Jákup Biskopstø Andreasen eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia