Føroya Ellisakfør sýna fram í SMS

Í SMS er forvitnislig framsýning, har Føroya Ellisakfør fara at sýna fram nøkur ellisakfør. Talan er um nakrar útvaldar bilar, motorsúkklur og prutl, sum verða víst fram á Torginum í SMS.

Føroya Ellisakfør hevur fyri kortum fingið nýtt búmerki, og í sambandi við nýggja samleikan hjá felagnum hava vit eisini gjørt keppar, pennar og lyklaringar, sum verða at fáa á framsýningini. Felagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu, ellisakfor.fo

 

Felagið Føroya Ellisakfør varð stovnað 4. februar í 1992 av monnum, sum høvdu áhuga fyri gomlum bilum og súkklum. Endamálið við felagnum er at fylkjast um ítrivið við gomlum bilum og súkklum, men eisini at bøta um korini hjá teimum, sum eiga gomul akfør. Eitt nú við avtalum við tryggingarfeløg. Arbeitt hevur eisini verið saman við landsins myndugleikum at vinna ljóð fyri eitt nú, at ellisakfør ikki rinda vegskatt, tí tey koyra so lítið á vegunum. Einini var í sínari tíð gjørd avtala við Bileftirlitið, sum Akstovan tá æt, um at ellisakfør kunnu góðkennast við gomlum eftirgjørdum nummarplátum, sum tó skulu góðkennast á Akstovuni.

 

##med2##

 

Tiltakið í SMS hesa vikuna er ætlað sum upplýsandi tiltak um felagið og virksemið tess.