Føroya Oljusøla: Olja, vaskievni og rustviðgerð

Føroya Oljusøla er ein fyritøka, sum hevur lagt seg eftir at selja olju, vaskievni og at rustviðgera bilar.

Føroya Oljusøla heldur til í Mykinesgøtu í Havn.

Tað er Marner við Skipá og synir, sum eiga og reka Sp/f Føroya Oljusølu, ið er ein fyritøka, sum seinastu mongu árini hevur selt smyrjuolju til persón- og lastbilar, bátar, motorsúkklur, traktorar og sláimaskinur. 

 

Føroya Oljusøla selur motoroljur, gearoljur, hydralikoljur, feitt, sprinklaravesku, sápur og avfeittarar til øll endamál. Fyritøkan umboðar t.d. Americol sápu, Adblue, Mercasol og Eurol. Ein tænasta hjá Føroya Oljusølu er at skifta olju á bilum.

 

Føroya Oljusøla hevur spesialiserað seg í at rustviðgera bilar. Tað er Regin við Skipá, sum stendur fyri Mercasol rustviðgerðini. Regin hevur verið á teoretiskum og praktiskum skeiði hjá Mercasol í Noregi, og verður hann javnan dagførdur við tí nýggjasta frá Mercasol.

 

Mercasol verður framleitt í Svøríki og verður nýtt í bilaídnaðinum, maskinídnaðinum og í offshore vinnuni. Mercasol produktini eru góðkend eftir svenskum og finskum standardum.

 

##med2##

 

Fyrimunirnir við Mercasol eru t.d. minni nýtsla av upploysingarevni, næstan luktfrítt, dálkar minni, slitsterkari, ljóðdoyvandi og longri livitíð og lættari at eftirviðgera.

 

Føroya Oljusøla er limur í Norsk Antirustforening, ið er ein felagsskapur, sum brúkar skandinaviskar framferðarhættir og antirustproduktir. Felagsskapurin er tann størsti av sínum slag í Noregi.

 

##med3##

 

 

Føroya Oljusøla heldur til í Mykinesgøtu í Havn.

Marner við Skipá, stjóri í Føroya Oljusølu.

Regin við Skipá stendur fyri Mercasol rustviðgerðini.