Føroyar eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Kosovo-Føroyar

Hóskvøldið klokkan 19.15 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst móti Kosovo.

 

Føroyar vunnu á heimavølli 32-21 á Kosovo. Men á heimavølli eru kosovar krútsterkir. Teir megnaðu javnleik 33-33 móti Niðurlondum, og teir vunnu 31-30 á Ukraina. Á útivølli tapti Kosovo tó 25-36 fyri Ukraina. So Kosovo á heimavølli og á utivølli er sum dagur og nátt.

 

Tað er eisini sera tætt millum liðini í bólki 6 aftaná fýra leikt umfør. Føroyar hava fimm stig, Niðurlond og Ukraina hava fýra stig hvør, og Kosovo hevur trý stig. Alt er opið, og alt kann henda tvey tey seinastu umførini.

 

Hóast torføran útidyst hava Føroyar eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á kosoviskan heimasigur eru 4,07.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,60.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 1,35.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##