Øll vóru tikin á bóli av, at tað skuldu tvær royndir til fyri at velja konservativa leiðaran í Týsklandi, Friedrich Merz til nýggjan samveldiskanslara í Týsklandi.
Í seinnu royndini fær konservativi Friedrich Merz stuðul frá Samveldisdegnum til at gerast kanslari í Týsklandi.
Hetta gjørdist greitt seinnapartin týsdagin eftir atkvøðugreiðslu í Bundestag, har 325 tinglimir atkvøddu fyri 69 ára gamla týskaranum.
Fyrr á degnum gekk tað sera illa hjá Merz, til hansara stóru undran, tá hann tapti kanslaratkvøðu í Samveldisdegnum.
Her var hann seks atkvøður frá at náa neyðugu 316 atkvøðunum.
Týskir veljarar fóru á val í februar.
Her fekk konservativi CDU, saman við sínum bayerska systurflokki, CSU, 28,6 prosent av atkvøðunum.
Næststørsta var anti-tilflytaraflokkurin Alternative für Deutschland (AfD), sum fekk 20,8 prosent av atkvøðunum.
/Ritzau/