EM undankappingin: Føroyar hava ein lítlan favorittleiklut

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Føroyar-Niðurlond

Mikukvøldið klokkan 19 er søguliga løtan. Tá verður frumdysturin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti í nýggju høllini við Tjarnir í Hoyvík.

 

Mótstøðuliðið er Niðurlond, ið fyri stuttum tók lut í HM-endaspælinum. Talan er um EM-undankappingardyst í bólki 6, har Niðurlond hava trý stig, og Føroyar hava tvey stig.

 

Tað var væntandi, at Niðurlond fóru at hava ein lítlan favorittleiklut, men so er ikki. Føroyar hava ein pinkalítlan favorittleiklut hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 1,83.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,73.

 

Miðaloddsini upp á niðurlenskan útisigur eru 2,33.

 

Oddsini kunnu tó flyta seg komandi tveir dagarnar.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##