Nýtt pizzaria í Vági

Í fleiri ár var Pizzakøkurin í Vági, men hesin er ikki longur, og fólk hava óivað merkt, at hetta tilboð er burtur.

 

Men nú er vent í holuni. Í kvøld letur nýtt pizzaria upp í Vági.

 

Loftið Pizzaria heldur til á loftinum Hjá Jugga.

 

 Í rúmligu hølunum á ovaru hædd heldur Loftið til, og er hetta miðskeiðis í bygdini.

 

Í kvøld er fyrsta kvøld, at opið er. Lýst hevur verið við, at opið er frá kl 17 til 21.00.