Føroyar og Bretland gjørt semju fyri 2025

Fríggjadagin í seinastu viku undirritaðu Føroyar og Bretland semju um sínámillum fiskirættindi fyri 2025.

Bulurin í føroysku fiskirættindunum í bretskum sjógvi er svartkalvi, umframt onnur fiskasløg eitt nú blálonga, hýsa og longa. Eisini er ein lítil NAFO-kvota av toski á Grand Bank uttan fyri Kanada, sum Bretland flytur Føroyum at fiska. 

 

Í føroyskum sjógvi fær Bretland rætt at veiða serliga hýsu og upsa, eins og at Bretland fær eina hjáveiðikvotu av toski í hýsufiskiskapinum. 

 

Orsakað av støðuni hjá fiskastovnunum eru skerjingar í kvotunum á báðum síðum í ár, sæð í mun til undanfarna ár. 

 

Hóast semjan ikki er stór í vavi, so hevur avtalan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.

 

Her er leinki til fiskiveiðiavtalur 2025.