Fríðrikur kongur hevur lagað gamla kongaliga skjøldurin soleiðis, at tað millum annað er meira pláss fyri Grønlandi og Føroyum. - Mynd: Kongehuset.dk/Ókeypis

Føroyar og Grønland fáa meira pláss á kongsmerki

Kongaliga vápnamerkið varð seinast broytt í 1972. Kongur vil hava nýggja vápnamerkið at gera ríkisfelagsskapin sjónligar í kongsríkinum.

 

Fríðrikur kongur hevur lagað gamla kongaliga skjøldurin soleiðis, at tað millum annað er meira pláss fyri Grønlandi og Føroyum. - Mynd: Kongehuset.dk/Ókeypis

Fríðrikur kongur hevur broytt søguliga kongsmerkið, sum seinast varð tillagað í 1972.

Tað skrivar kongshúsið í tíðindaskrivi.

Grønland og Føroyar hava fingið størri pláss í nýggja kongsmerkinum, sum er persónliga skjaldarmerkið hjá konginum og ríkismerki.

- Kongur ynskir, við broytingum í teimum kongaligu vápnunum, sum vórðu sett á stovn í 1972, at skapa ein nútímans kongavápn, sum bæði endurspeglar Ríkisfelagsskapin og tekur atlit til søgu og skjaldarmerkjasiðvenjuna.

Frammanundan deildu Føroyar og Grønland sama teig av fýra í kongaliga skjaldramerkinum, men nú hava tey fingið hvør sín teig av teimum fýra teigunum mitt í vápnamerkinum.

Kongaliga vápnamerkið verður millum annað brúkt á embætisskjølum og í innsiglinum, sum eru stemplað í kongligum skipanum og upprunalógum.

Eins og í kongaliga vápnamerkinum frá 1972 hava Slesvig-leyvurnar, vápnamerkið hjá Suðurjútlandi, eisini sín egna teig í vápnamerkinum.

Tær báðar leyvurnar eru ein serligur vitnisburður um søguna hjá Suðurjútlandi og eru frá miðskeiðis í 1200-talinum.

Kongaligi vápnamerkismálarin Ronny Skov Andersen hevur sniðgivið og teknað nýggju útgávuna av kongaliga vápnamerkinum.

Hann hevur eisini verið formaður í teirri nevnd, sum varð sett á stovn stutt eftir krúningina 14. januar við tí endamáli at tryggja, at kongurin hevði nýtt skjaldramerki.

Harumframt var í nevndini ein kongsskipanarsøgufrøðingur, ein skjaldramerkjaráðgevi, ein savnsstjóri og tríggir aðrir.

Í sambandi við at kongsmerkið er broytt, hevur Kongshúsið eisini avgjørt at broyta tey kongaligu fløggini, soleiðis at nýggja kongsmerkið nú er við í fløggunum, sum Kongshúsið flaggar við.

Kongsflaggið hevur soleiðis fingið nýggja skjaldarmerkið í miðjuna á flagginum, meðan flaggið hjá drotningini hevur bæði drotningamerkið og kongsins nýggja skjøldur.

Christian krúnprinsur hevur eisini fingið nýtt flagg, har kongaliga skjaldarmerkið mitt í flagginum er krýnt við krúnprinsins.

Nýggju kongaligu fløggini síggjast veittra í vindinum frá 1. januar á Amalienborg, har kongsflaggið er heysað yvir bæði Frederik VIII's Palæ og Christian VII's Palæ í sambandi við nýggjársborðið.

Kongligu fløggini markera, um limir í kongsfamiljuni búgva á einum ávísum stað.

 

/Ritzau/

 

Fríðrikur kongur hevur lagað gamla kongaliga skjøldurin soleiðis, at tað millum annað er meira pláss fyri Grønlandi og Føroyum. - Mynd: Kongehuset.dk/Ókeypis