Ein maður í 30-árunum er deyður í arbeiðsvanlukku í sambandi við eldsbruna umborð á farmaskipinum hjá Smyril Line í havnini í Hirtshals. Ein annar maður í 40-árunum er í lívsvanda.
Tað sigur leiðarin í norðurjútsku løgregluni, Torben Arendrup.
Løgreglan fekk fráboðan um eldin klokkan 22:02 í kvøld danska tíð.
- Tríggir mans høvdu verið til arbeiðis í maskinrúminum, tá eitt óhapp hendi har niðri. Ein brunateknisk kanning verður gjørd fyri at fáa greiðu á, hvat hendi, sigur hann.
Ein triði maður hevur fingið roykeitran, men støðan er stabil, sigur Torben Arendrup.
/Ritzau/