Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum tapti á heimavølli

ÍBV er í hørðum stríði við fimm onnur lið at tryggja sær annað plássið í grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV tóku leygardagin móti Fram í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Fram vann dystin 27-24. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV.

 

ÍBV er á triðja plássinum í deildini við 24 stigum, tvey stig aftanfyri FH sum er næstfremst við 26 stigum.

 

Valur er langt fremst við 33 stigum, og tað er ein hørð kapprenning millum FH, ÍBV, Fram, Afturelding, Selfoss og Stjørnuni um annað plássið í grundspælinum.

 

Komandi leygardag spælir ÍBV móti Gróttu á útivølli.

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
Valur19656:55433
FH19585:56326
ÍBV19608:56324
Fram19567:55423
Afturelding19569:53523
Selfoss19582:57623
Stjarnan19561:53721
Haukar19560:55017
Grótta19525:54615
KA19550:59411
ÍR19542:62010
Hörður19554:6672